Tíðindaskriv
Í løtuni er kórið á kórferð í Skandinavia. Hesa vikuna eru tey so í Føroyum, og koma at hava 2 konsertir:
Tann fyrra verður í Gøtu kirkju týskvøldið 30. apríl, kl. 19.00, meðan tann seinna verður í Klaksvík Mikukvøldið 1. mai, kl. 19.30.
Kórið hevur heimstað í Minnesota í USA. Talan verður um eina konsert, har temaði er ‘takksemi’ – ella ‘Grace’, sum tey sjálvi nevna tað. Amerikansku college-kórini eru kend fyri sítt høga støði – og tað vil allarhelst verða seinur dagur áðrenn vit fáa kórvitjan so fjart frá aftur. Á skránni hava tey kórtónleik við bæði Scandinaviskum og Amerikanskum uppruna
Vónandi seta nógv tíð av, til eina ella báðar konsertirnar.
