Fyrr í ár vann Bólkurin NEXUM, við næmingunum Lunu Klein Joensen, Petru Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen úr Runavíkar kommunskúla, danmarksmeistaraheitið í íverksetan, sum var hildið í Kolding í Danmark.
Lærararnir hjá ungu spírunum vóru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen.
Í alt 25 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi luttóku. Sum grundgeving legði dómsnevndin millum annað dent á, at NEXUM, við sínum hugskoti, megnaði at hjálpa ungum at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt at stuðla undir, at øll nú hava møguleika at verða við á jøvnum føti.
Í morgun hevði Skúlin við Løkin so valt at gera eitt sindur burturúr hesum framúr úrslitið og vildi heiðra sínar næmingar.
Millum annað var vóru umboð fyri Runavíkar kommunu til staðar, meðan eisini Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum var bjóðaður við, har hann helt eina røðu, samstundis sum hann handað næmingunum eina gávu.
Eisini vóru næmingarnir í skúlatalvi heiðraðir, eftir at teir vunnu FM-heitið í skúlatalvi fyri børn í 3. og 4. flokk í vikuskiftinum.
Myndir: Eysturoyarportalurin














