Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.05.2024 12:37

Árligi ruddingardagurin í Eiðis kommunu verður 7. mai

Mynd: Eiðis Kommuna

Eiðis Kommuna

Dagurin byrjar í Hólmanum við fisk og kips til øll, ið taka lut í ruddingini. Vit møta kl. 17.00.

Síðan verður farið at rudda í og kring bygdirnar frá kl. 17.45 til uml. Kl. 20.00.

Øll, ið hava luttikið í ruddingini savnast aftur í Hólmanum til ein kaffimunn og saft til børnini.

Vit vilja sum kommuna verða við til at byrta upp undir hjá hvørjum borgara at gera sítt til, at halda kommunu reina og ruddiliga.