Runavíkar Kommuna
Í morgun ynskti borgarstjórin at hitta ungu telvararnar, sum fyri kortum vunnu FM í skúlatelving fyri 3.-4. flokk. Aron og Jayden úr 4. a, Levi og Filip úr 4. b og Jónas og Elinborg úr 3. a. Saman við teimum komu Kári og Johnny og Hans Michael og Durita. Tosað varð aftur og fram um telving yvirhøvur, og borgarstjórin segði í einari røðu, at hann fegnaðist almikið kommununar vegna, at síggja framstigini á økinum, ikki minst Kára og Johnny fyri at takka. Nú ræður bara um at halda fast um framgongdina, sum aftur kann styrkja um talvfelagið í kommununi.
Aftur við onkrum søtum fingu øll bókina ”Talvsøga” eftir Stefan Zweig sum gávu. Axel Tórgarð týddi til føroyskt. Forlagið hjá Zakariasi Wang gav bókina út fyri júst 20 árum síðan, og alt bendi á, at bókin var útseld. Eftir at borgarstjórin í gjár hevði sett seg í samband við Zakarias vísti tað seg, at hann hevði nakrar eftir á goymslu, og kommunan kundi keypa tær. So varð gjørt. Sum tosað var um í býráðssalinum í morgun, so eru søgurnar kring um talv og telving ein stórur partur av mentanini, og tað vísti seg at tey ungu longu nú vóru væl vitandi á økinum, men bókina hjá Zweig áttu tey ikki.
Á facebook-bólkinum ”Skúlatelving” stóð annars um dagarnar at lesa:
”FM-finalurnar í skúlatalvi vóru í gjár hildnar í Finsen í Havn. Seks lið høvdu vunnið sær pláss í hvørjari finalukapping umvegis undankappingar á Toftum og við Løgmannabreyt fyri páskir. Í alt 98 lið ella eini 700 næmingar tóku lut í undankappingunum.
Finalukappingin fyri 3.-4. flokk kom serliga at standa millum liðini, sum endaðu fremst og næstfremst í fjør, nevniliga Spíran og Glyvrar, umframt avbjóðararnar úr Hoyvík. Innanhýsis dysturin millum tey bæði favorittliðini endaði javnur, og tí gjørdust írestandi dystirnir avgerandi. Her vóru tað glyvrabørn, sum við tryggari hond savnaðu flest stig. Glyvrar vann sostatt kappingina við 24 stigum, meðan Spírin fekk silvurmerkini við 23 stigum. Hoyvíkingar vóru leingi væl við í oddastríðnum, men vóru við undirlutan móti Glyvrum í lokaumfarinum og máttu sættast við bronsumerkini við 20 stigum.
Endaliga støðan:
1. Glyvrar – 24 stig
2. Spírin – 23 stig
3. Hoyvík – 20 stig
4. Keldan – 10 stig
5. Skála – 8 stig
6. SáF – 5 stig”
