Runavíkar Havn
Hósdagin 2. mai vitjaði flotta ferðamannaskipið Ultramarine hjá Quark Expeditions í Funningi. Hetta er fyrsta skip av trimum, sum vitjar bygdina í ár.
Ferðafólk og manning, umleið 140 í tali, vórðu sigld inn á lendingina við skjóttgangandi gummibátum, har lokala cruisetoymið vóru klár at taka ímóti gestunum. Vitjanin var einastandandi væl eydnað fyri allar partar. Bygdafólkið í Funningi hevur saman við Runavíkar havn og Visit Runavík fyrireikað vitjanina og skipað fyri alskyns lokalum upplivingum.
Umboðsfelag hjá Ultramarine í Føroyum er Faroe Ship.
Vit ynskja Ultramarine, manning og ferðafólki eina góða ferð víðari í norðurhøvum við kós móti Jan Mayen. Næsta skip kemur til Funnings leygardagin 25. mai 2024.
Myndir: Runavíkar Havn


























