Minningarorð
Var alt, sum tað plagdi, so hevði eg skrivað Frits eina fitta føðingardagsheilsan á facebookvanga hansara. Men alt er ikki, sum tað plagdi – og tað verður tað heldur ikki aftur.
Ætlaði at skriva minningarorð um hann, eftir at hann eftir so ófatiliga stutta sjúkralegu fór um sýn og heim í teir ævigu bústaðir. 8. desembur 2023 fór hann. Setti meg fleiri ferðir við telduni tá, men tað var so ótrúliga torført at finna røttu orðini og seta saman setningar. Syntaks, sum nóg væl dugdi at siga tað, sum mól í minninum. Gjørdi aftur eina roynd, tá árligi sangleikurin hjá 10.flokki fór av bakkastokki í mars. Telefon 284326 plagdi altíð at ringja til mín um ta tíðina. Tað var Frits’sa nummar. Hann vildi bara ynskja góða eydnu og lukku og biðja meg leggja setur av til onkra sýning. Men eg fekk einki á blað tá heldur.
Og soleiðis er tað í roynd og veru enn.
Men – hugsa tit møguliga – hví skuldi eg yvirhøvur havt áhuga í ella trongd til skriva um Frits? Hann var smá 35 ár eldi enn eg, og tó at eg havi sitið væl á Bøvegi 53 onkra hendina ferð, so eigi eg avgjørt ikki nakra skyld í, at tann gáttin er slitin. Og Frits var ongantíð inni á gólvinum hjá okkum á Sýnini 12, so vítt eg minnist. Tó, so er so nógv í mær, sum sigur, at Frits má fáa nakrar – um enn fátæksligar – reglur frá mær.
Einki mannabarn er fullkomið, tað vita vit. Og eingin ger bara gott, tað er eyðvitað og opinbert. Heldur ikki Frits. Tó, so stendur Frits í mínum hugaheimi sum nakað heilt serstakt og gott. Hóast eg havi leitað heilan upp og niður, rótað í hvørji tankaskuffu (les: tenkaskuffu), so finni eg einki ringt minni um Frits. Tað er signað. Tað er ein sterkur vitnisburður.
Tað fyrsta, eg minnist Frits, er í 1985. Tá var Fuglafjarðar gentukór í Noregi á konsertferð, og eg og beiggi mín, Høgni, sluppu at vera við ( – tað var ikki tí, vit vóru gentur tá, men tí at pápi okkara var við í kórleiðsluni). Hóast bert knapt 7 ár, so sita føðsluríkir minnismolar frá ferðini framvegis í huga mínum, har Frits var undangongumaður og andkveikjari. Vinabond, sum vórðu knýtt tá, liva framvegis sítt signaða lív, hóast fjøldin fækkast í fyrsta ættarliði. Eldsálir eru sanniliga verdar vekt sína í gulli – og meiri enn tað! Og eldsál, ja, tað var Frits.
Frits brendi veruliga fyri tí skapandi, fyri listini. Sangi og spæli. Litum og ljómi og leiki. Ja, allari list, hugsi eg. Men mest myndlistini, tónleikinum og sanginum. ”Myndlistin er stór, men tónleikurin er størstur,” segði hann onkuntíð við meg – ”einki kann sum tónlistin tala til tað innasta í einum menniskja.” Eg hugsi, hann hevur rætt í tí. Alskur hansara til lívið, tað vakra og djúpa – tað, sum ríkar tilveru okkara her á foldum og lyftir okkum á hægri grund, ja, tað spríkir eisini úr hvørjum penslastroki hansara. Tað er sjónligt í hvørjum myndevni, veri tað seg ein krokodilla við eitt klaver, børn í skúla, húsaskjøldrar, heimbygdin, Kristus á krossinum osfr.
Frits brendi ikki minst fyri skúla og skúlaskapi. Serliga spentur var hann at geva næmingunum íblástur til tað listarliga, tað skapandi. Og tað dugdi hann sum eingin annar. Tær listarligu lærigreinarnar lógu honum tættast at hjarta, tí tær talaðu til tað ’innasta hugfarið’, sum hann kallaði tað. Einaferð segði hann soleiðis, tá eg hevði samrøðu við hann í sambandi við blaðgrein, eg skrivaði:
”Øllum dámar list – summi eru enntá so framlig og ‘frek’, at tey koma út við løgum, yrkingum, málningum osfr., og tað eru altíð ymiskar áskoðanir um tað, sum skapt verður. Edvard Grieg, sum var eitt harmoniskt geni, segði um norsku fólkaløgini, sum hann setti út til kór, stutt áðrenn hann doyði, at tey lógu í løgum. At tey talaðu til tað innasta hugfarið í menniskjanum, sum eisini er í løgum, myndaliga talað. Eg trúgvi, at hvørt mansbarn hevur eitt slíkt innasta hugfar – vit síggja tað í børnunum, tá tey knappliga steðga á og lurta ella hyggja at onkrum, sum talar til teirra. Tað er so ymiskt, hvat hvør tekur til sín, og tí er eisini so ómetaliga nógv og ymisk list. Tí er tað, at eg sigi aftur og aftur, at tær listarligu lærugreinirnar eru tær mest umráðandi – tær tala til tað innasta í menniskjanum.” Eg eri so púra samdur við Frits í hesum. Havi aftur og aftur sum lærari sannað, hvat sangur, sjónleikur, dansur og tónleikur kunnu ala fram í einum ungum menniskja – tað er ikki smávegis!
Ná, hetta er við at útvikla seg til ein øgiligan brockmanslestur, síggi eg. Orsaka. Má líka nevna okkurt aftrat, tó. Frits elskaði sangleik, eingin ivi um tað. Hann skrivaði fleiri leikir, sum flokkar í skúlanum í Fuglafirði so fingu møguleika at framføra. Eyðun, farbróðir, gjørdi løg til tekstir hjá Frits til minst 2 leikir, har tað m.a. spurdust fleiri sangir burturúr, sum seinni vórðu útgivnir á fløgu hjá Mariu á Lakjuni, systkinabarninum, undir heitinum “Vøkur er verðin”. Tekstir og løg, sum eg aftur og aftur leiti til, tí tilfarið er so gott, so lívsjáttandi og, ja, vakurt.
Frits dugdi sanniliga at festa orð á blað. Hann elskaði heimbygdina, og ikki minst var hann hugtikin av fjallarøðunum kring Fuglafjørð. Tað sæst aftur í yrkingini, Kvøldið legst um fjallarendur, sum er seinasta skering á útgávuni hjá Mariu: “Dagsins ljóð um dimmið tagnar, hjánar burt á náttarstund, millum fjøll nú dagur dragnar, fánar ljós um fjørð og sund, kám er skorð við skuggarondum upp við klettarók, síðsta glæman glapp av hondum, tá ið dimmið yvir tók.”
Eg fekk sjálvur tann heiður og ta spennandi uppgávu at skriva løg til ein leik hjá Frits. Tað var summarið 2013, at tlfnr 284326 javnan og dúgliga ringdi. Frits var eldhugaður sum altíð, og vit prátaðu um leikin og alt tað, sum til hoyrdi. Úrslitið gjørdist ein stórur sangleikur við heitinum “Í urtagarði Monéts”, sum 10.flokkur framførdi undan jólum tað árið. Alt Mentanarhúsið sum tað var, varð prýtt. Frits hevði fingið næmingar at hjálpa sær at mála alinlangar plastrullur, sum vórðu festar á allar veggir úr erva niður í neðra, og við skiftandi ljósspælið sá øll pallsetingin ótrúliga imponerandi út. Frits var í essinum, og eg goymi hasa tíðina, hasar løturnar í hjartanum sum reyðargull. Stóra finalan í leikinum var, tá sjálvur Monét reis úr grøvini. Tað endaði við, at undirritaði sjálvur mátti leika Monét, og tað vóru glómur í Frits, tá kæri Monét í royk- og ljósspæli kom krúpandi úr grøvini. Frits hevði tað mangan á orði, vit møttust, og tað varð ein sælur látur hvørja ferð.
Tað er so nógv, eg kundi nevnt aftrat, men so verður allarhelst eingin, ið lesur. Tú, sum ert komin heilt hertil, skalt eiga eina tøkk M.a. slapp eg við Frits og góðum fólki til Íslands í juni 2013. Vit vitjaðu Húsavík – sum er vinarbýur Fuglafjarðar – og har høvdu vit eina kvøldsetu um seyð og seyðahald í Fuglafirði. Eg og pápi vóru við og spældu og sungu. Eitt annað stórt minni er, tá eg Í februar 2020 gav út yrkingasavn og fløgu saman við Sprotanum. Á útgávutiltakinum røddi Frits so ómetaliga vakurt um útgávuna og meg. Hann dugdi sum fáur at seta lívið í perspektiv, og tað gjørdi hann á óvanliga hugfarsligan hátt tað kvøldið. Hann endaði við hesum orðum: ”Hetta er ein guðagivin løta. Hesar vøkru fjallagreinir í hesum bóklingi og fløgu fara at spegla sær í okkara huga eins og renæssancan gjørdi tað. Hjartaliga til lukku við hesi útgávu.Tann, sum æru býður, er æru verdur, og teimum, tú nýtur gott av, skalt tú rósa… og æran er fagrasta træ í skógini.”
Ja, “tann, sum æru býður, verður æru verdur.” Soleiðis segði Frits so mangan, og satt er tað. Frits dugdi bara so ótrúliga væl at rósa fólki. At takka teimum fyri tað, tey gjørdu. At vera við tí góða orðinum. Har var einki uppgjørt og sjálvhátíðarligt. Hann segði mangan, at honum ikki dámdi at nevna seg sjálvan listamann – hann var málari. Eftirtíðin kundi so meta um listina. Soleiðis var Frits. Har var ikki spor av sjálvgóðsku ella sjálvrósi, ongar listarligar ‘nykkir’. Bara Frits. Vit eru mong, sum kunnu taka til læru av slíkum hugburði.
Karten Hoydal sigur so vakurt í eini av yrkingum sínum hesa strofu: “…. kanska lív úr mínum eygnagloppi tá í nýggjum glómum kyndir log.” Frits er farin. 284326 fer ikki at ringja til mín aftur. Tað er syrgiligt. Og eg samkenni innarliga við tykkum nærmastu, sum mistu mann, pápa og abba. Eg eri glaður og kenni meg signaðan, tí eg slapp at kenna Frits. Tað er einki at ivast í, at lívið úr hansara eygnagloppi longu kyndir log hjá mongum. Tað fer vissuliga eisini at kynda log í glómum hjá ókomnum ættarliðum.
Ærað veri minnið um Frits Johannesen.
Bárður á Lakjuni