Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.05.2024 08:46

Sjóvar Kommuna: Ársroknskapur 2023

Sjóvar Kommuna

Á kommunustýrisfundi 27. mai, var ársroknskapurin hjá Sjóvar kommunu 2023 viðgjørdur og samtyktur.

Samlaðu inntøkurnar vóru 63,76 mió kr., sum er 1,46 mió hægri enn í 2022.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar vóru 51,8 mió kr., sum er 2,7 mió kr. meiri enn í 2022.

Rakstraravlopið var 9,5 mió kr. í mun til 12,9 mió kr. í 2022.

Samlaðu íløgurnar vóru 12,1 mió kr. í mun til 19,8 mió kr. í 2022.

Kommunan hevur gjørt hesar íløgur í 2023:

Samlaða lániskuldin hjá kommununi við árslok var 37,8 mió kr.
Stuttfreistaða skuldin 5,9 mió kr.
Útistandandi ogn 5,1 mió kr.

Sostatt var nettoskuldin hjá Sjóvar kommunu við árslok 36,2 mió kr.

Ársroknskapurin hjá Sjóvar kommunu fyri 2023 sæst her.