Tað endaði akkurát sum teir lokalu veðurkønu høvdu spátt dagin fyri. Tað bleiv ikki spælandi fyri veður. Hóast ávara var um at tað kundi enda soleiðis, so var tíðanverri ikki lurtað eftir.
Eilar Rasmussen, dagsins dómari til dystin í kvøld, føldi seg noyddan at blása dystin av í 68 minutti, tá ið hvirlurnar gjørdust ov harðar og tað ikki var spælandi meira. Tá var støðan 1-1, eftir, at fyrst Áki Samuelsen longu í 4 minuttir hevði lagt útilið á odda, meðan Arnbjørn Svensson hevði javna fyri Víking í 39 minutti.
Sambært miðlinum Bólt.fo, so verður nýggjur dystur ásettur, men ógreitt er, nær tað verður.
Myndir: Turf Roof Productions Fa.



























