Sunda Kommuna
Hósdagin 27. juni fer Rynkeby at súkkla prologin, sum er síðsti túrur her í Føroyum, áðrenn liðini fara av landinum fríggjadagin at súkkla longu leiðina til París.
Á prologinum vitja liðini kommunur og fyritøkur, sum skipa fyri almennari móttøku.
Vit eru so heppin, at Rynkeby aftur í ár heldur leiðina framvið við Margáir!
Skráin er hendan:
Kl. 16.50-17.20: Margáir, Streymnes.
- Trygvi Kallsoy, kommunustýrislimur hjá Sunda kommunu, sigur nøkur orð
- Ein rynka sigur nøkur orð
- lítið ábit