Eysturkommuna
Á middegi í dag, 27. juni, vitjaði Team Rynkeby uttanfyri býráðshúsið í Eysturkommunu. Í dag súkkla tey prologin, sum er síðsti túrur her í Føroyum, áðrenn tey í morgin fara av landinum at súkkla longu ferðina til París.
Borgarar, barnagarðsbørn, skúlaspírin og frítíðarheimið vóru komin at heilsa uppá rynkurnar. Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu gav teimum eina heilsan. Eisini var okkurt gott til at leska sær við og søtt at fáa.
Eysturkommuna, sum stuðlar Team Rynkeby, ynskja teimum eina góða ferð!