Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.06.2024 23:04

Myndir: B68 – HB 1-0

Mynd: Egin Tollaksson Kass/Eysturoyarportalurin

Rómurin á Svangaskarði er stórur í kvøld. B68 skapti eitt av mest óvæntaðu úrslitunum í Betri deildini í ár, tá ið teir á heimavølli, vunnu 1-0 á einum av FM-favorittunum úr Gundadali.

Einsamalla málið skeyt 17 ára gamli Bartal Páll Klein longu í 27 minutti. HB trýsti allan dystin, men toftamenn stríddust væl, har eisini hepni var við teimum viðhvørt. Men kláraðu teir at halda málið reint í allar 93 minuttirnar og harvið vinna sær 3 sera kærkomin og óvænta stig.

Myndir: Egin Tollaksson Kass