Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.09.2022 21:06

Undirhald og dramatikkur í Sarpugerði í kvøld

Myndir: Eysturoyarportalurin

Tað var undirhald og dramatikkur fyri allar pengarnar í kvøld, tá Víkingur og HB brustu saman, í fyrru hálvfinaluni í Løgmanssteypinum.

Bæði liðini løgdu nógv fyri, men tað var Víkingur, sum legði seg á odda í 17 minutti við frálíkum máli, har Sølvi Vatnhamar bleiv spældur leysur mitt fyri, og slapp fríur ímóti málmanninum, har hann var tryggur og setti bóltin í netið til 1-0.

Tað gekk ikki long tíð, so hevði HB javnað, tá Daniel Johansen, við einum frálíkum frísparki legði innfyri, har Hørður Askham var síðstur á og javnaði til 1-1.

Í 43 minutti slapp Andreas Lava Olsen leysur frá verjuni hjá HB, men komin inn í brotsteigin, var hann skumpaður av Bartali Wardum. Og dómarin var ikki í iva og peikaði á brotsteigsblettin og vísti HB-leikaranum beinleiðis reyða kortið. Sølvi Vatnhamar var settur at skjóta, men Teitur M. Gestsson bjargaði brotssparkinum, men Sølvi var skjótur á returinum og setti hann í málið til 2-1 til heimaliðið.

Tá høvdu longu verið tekin í sól og mána, at dómarin ikki hevði fult tamarhald á dystinum, og ørkymlaði og østi tað bæði leikarar frá Víkingi og HB meira enn gott var. Hetta skuldi eisni fara at vísa seg seinni, við teimum mongu kortunum og keglinum millum leikarar og dómara. Tilsamans 9 gul og 2 reyð kort.

Nú trúðu mong, at Víkingur fór at koyra sigurin heim, við einum manni og einum máli meira. Men dómarin, sum als ikki hevði tamarhald á støðuni til tíðir, fekk skjótt javnvág aftur á liðini, tá hann gav Noah Mneney seinna gula kortið og harvið reytt fyri eina takling á síðulinjuni frammanfyri HB-bonkin.

Nú var tað sum um, at HB ernaðist aftur, og tók meira yvir, meðan Víkingar tóku seg longur aftur á vøllin. Og í 84 minutti javnaði HB, tá innskifti Áki Samuelsen setti høvdi á eitt gott innlegg og stýrdi bóltinum vakurt inn til 2-2.

Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið í einum frálíkum dysti í góðverðinum í Norðragøtu í kvøld.

So nú er alt enn púrasta opið til seinnu hálvfinaluna, sum verður leikt í Havn um ein mánað.