Tað er sannur fótbóltsfebur í Eysturkommunu í hesum døgum.
Besta liðið hjá monnunum hjá Víkingi vann í kvøld ein sera týðandi sigur á nærmastu kappaingarneytunum HB.
2-0 sigurin á havnamonnum ger, at Víkingur nú liggur fremst við heili 6 stigum frammanfyri júst HB, og við einum væl betri málmuni.
Hálvleiksstøðan vann annars 0-0, eftir at tað hevði leika javnt á, har kanska HB hevði munin í løtum. Í seinna hálvleiki var leikmynstri nakað tað sama inntil, Olaf Bárðarson í 74 minutti, legði heimaliðið á odda, til stóra frøði á stóru og væluppløgdu áskoðarqfjølduni. Og frøðin mundi ongan enda fingið, tá ið innskifti Finnur Justinussen økti til 2-0 í 80 minutti, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Nú er steðgur í landskappingini, og Víkingur fer nú undir europæisku luttøkuna, har teir í komandi viku fara til Letlands, har fyrri dysturin móti FK Liepāja í UEFA Europa Conference League verður leiktur tann 11. juli.
Myndir: Egin Tollaksson Kass



























