Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.09.2022 11:36

(Myndasavn) Altjóða lesidagurin – Runavíkar skúli

Myndir: Runavíkar Kommunuskúli

Í dag, 8.september er altjóða lesidagur. Tann 17. november í 1965 samtykti UNESCO, sum er stovur undir ST, at gera 8.september til altjóða lesidag. Dagurin var fyrstu ferð hildin í 1966. Lesdagurin verður hildin um allan heimin fyri at varpa ljós á tann stóra týdningin, sum lesiførleikin hevur bæði fyri tann einstaka, felagsskapir og samfelagið sum heild.
Í Føroyum leggja vit dent á at læra børnini at lesa og at lesa alt lívið. Í øðrum pørtum av heiminum verður dagurin hildin til tess at varpa ljós á ógvusligu trupulleikarnar við analfabetismu og væntandi møguleikum fyri útbúgving. UNESCO metir, at kring um í heiminum eru minst 773 milliónir børn og vaksin, sum er nærum 10% av heimsins íbúgvum, sum ikki kunnu ogna sær nøktandi lesiførleikar.

Í Runavíkar kommunuskúla hava vit eisini varpað ljós á lesidagin. Aftaná morgunsangin í skúlanum við Løkin settu bæði næmingar og vaksin seg at lesa í eitt korter. Hetta var ein sera góð løta, har øll lósu í hvør sínari bók.
Á Glyvrum las Brynhild, sum er bókavørður, bókina ‘Eldávaring’ upp fyri teimum umleið 100 næmingunum í grunddeildini.