Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.07.2024 19:24

Eykasýning: Onki at grína eftir

Mentanarhúsið í Fuglafirði

Føroyar hava fingið eina duo. Hetta er ikki Wham og ikki Batman og Robin. Hetta er ein duo, sum skal fáa fólk inn í Mentanarhúsið. At flenna. Í bestu hásummartíð. Nærri tilskilað á Varmakeldu!

Fyrr flentu fólk eftir Varmakelduteiti, men einki fær frið. Nú skal tað eisini broytast. Ein slitin lærari úr Gøtu og ein reydligur linjuvoktari úr Fuglafirði hava sligið seg saman og snikkað til eitt sokalla statt-upp show saman. Annar av teimum eitur Meinhard “Áðrenn Elvis” Jensen, og hin eitur Kristian Sofus “fótbóltshagtøl, tað eri eg” Eldevig, og teir eru snøgt sagt “Onki at grína eftir.”

Hvussu skegir eru teir, spurdi onkur. Og sannheitin er tann, at eingin veit ordiliga. Men teir vóru herfyri sæddir á báti úti við Syðrugøtulandinum, har teir trenaðu og fortaldu góðar fyri kópinum har úti. Vit vita ikki hvussu stuttligt tað var. Men kópurin doyði so í látri.

Kristian Sofus og Meinhard eru annars nakað so forkunnigt sum fjórði og fimti. Annar heldur við ÍF og hin átti ein abba, sum var Gjógvarámaður. Nú halda teir seg vera passaliga klárar til at stilla seg við hvør sínari mikrofon at fortelja vittigheitir.

Teir eru Onki at grína eftir og tað verður skilið, nú hásummar er, og tey flestu eru glað.

Dyrnar lata upp kl. 19 og øll, sum koma til sýningina, fáa okkurt gott úr barrini, tá ið tey koma – bjór, kaffi, vatn ella sodavatn.

Onki at grína eftir Í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnudagin 7. juli kl 19:00. Atgongumerki fáast á mh.fo