Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2022 07:58

Røðan tá Grønarók var handað Bakkafrost

Myndir: Ólavur Frederiksen

Røða: Regin Jacobsen, stjóri

19. juni 2020 skrivaðu Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður fyri norðurlendskt samstarv, og eg sjálvur ætlanaravtalu um bygging av einum nýggjum grønum alibáti. 

Tað  var Norðurlendska Ráðharraráðið og Føroya Landsstýri, sum tóku stig til verkætlanina, sum hevði til endamáls at finna grønar orkuloysnir til fjarløgd øki. 

Vit sóðu ein møguleika við hesi verkætlan, eftirsum vit brúka meir enn 60 arbeiðsbátar í alingini í Føroyum. Hjá Bakkafrost hava vit leingi havt burðardygd sum eitt av okkara fremstu virðum. Hetta er ein uppløgd verkætlan hjá okkum at vera við í.

Verkætlanin var boðin út rættuliga breitt og við møguleika at bjóða ymiskar grønar loysnir. MEST hevði mest áhugaverda tilboðið sum er henda el-rikna tvíkiljan. Ein fortreyt í útboðnum var, at eingin oljurikin motorur er umborð. Onnur tilboð komu eisini m.a. við hydrogen drivnum skipanum.

Harra løgmaður – hugsa tær til at vit hava sólorkuskipanir og vindmyllur sum framleiða streym niður í battarígoymslur, sum slíkir arbeiðsbátar og skip okkara í framtíðini kunnu løðast frá! Vit koma í Føroyum at kunna framleiða alla orku og nýta hana, sjálvt til bátar og skip. Tað ljóðaði sum ein óverunligur dreymur fyri fáum árum síðani; men hygga nú! Henda verkætlan fer at geva okkum virðismiklar royndir og vísa okkum leið.

  • Føroyar og hava eina ábyrgd og ein møguleika at framleiða burðardyggan mat til heimin. Henda ábyrgd er størri nú enn nakrantíð, tá matframleiðslan er hótt og neyðugt verður at framleiða nógv meira mat úr havinum, har vit í Føroyum aftur hava ein framúr møguleika at gera okkum galdandi.
  • Endamálið við stóru íløguætlanini hjá Bakkafrost er at brynja felagið til framtíðina við at minka um lívfrøðiliga váðan, betra um kappingarførið og skapa burðardyggan vøkstur. Umframt hetta skapa áhaldandi árligu íløgurnar spjaddar runt alt landið, stórt íkast til samfelagið – og gott treysti í fólkinum.
  • Okkara skylda at framleiða heilsugóðan mat til vaksandi fólkatal er bæði ein ábyrgd, men eisini ein møguleiki. Okkara staðseting í norður atlantshavinum og tær risastóru avbjóðingar, sum heimurin hevur at tryggja nóg mikið av heilsugóðum og burðardygt framleiddum mati til vaksandi fólkatalið í heiminum gevur okkum sera stórar møguleikar við laksi sum eina ta mest burðardyggu og tilfeingiseffektivu keldu til heilsugóð protein.
  • Við at økja um framleiðsluna kunnu vit geva okkara íkast til at fremja neyðugu broytingina til meira burðardygga matvørunýtslu – matur stendur sum kunnugt fyri umleið einum triðingin av samlaða CO2 útlátinum í heiminum.
  • Ein grønur alibátur sumhesin fer ikki einans at gagna umhvørvinum. Ongin larmur kemur frá motorinum, sum er ein fyrimunur fyri manning, umhvørvi rundanum.
  • Hjá Bakkafrost eru vit tilvitað um okkara leiklut í føroyska samfelagnum og ynskja at nýta okkara støðu til at skapa framburð í Føroyum til gagns fyri vanliga føroyingin. Tí kenna vit eisini eina ábyrgd at ganga undan og slóða fyri, so at onnur kunnu fylgja í somu fótasporum.
  • Vit arbeiða við heimsmálunum hjá ST og vit hava brúkt tey sum týðandi part av grundarlagnum fyri okkara burðardygdsætlan. Í okkara Sunt lív ætlan,  hava vit bundið okkum til at seta veðurlagsátøk í verk við at gera átøk at minka um útlátið, sum stavar frá okkara virksemi og er elrikna tvíkiljan eitt týðandi nýbrot á økinum.

Vinnulívið hevur tíðandi leiklut í at byggja land

  • At gera søguliga stórar vinnuligar íløgur, sum røkka nógv tíggju ár ella kanska hundrað ár fram í tíðina, er at byggja land
  • At gera íløgur í vitunarstørv, sum eru við til at menna vinnuligu møguleikarnar, í rúma framtíð er ein tíðandi partur av hesi tilgongd
  • Íløgur í útjaðaran, har búseting og menning annars høvdu farið fyri skeyti, gevur møguleika at búleikast og menna samfeløg, skapa arbeiðspláss, møguleika fyri skúla, mentan og livigrundarlagi

Vit seta høg mál

  • Sum leiðarar er tað týdningarmikið at hava høg mál og visiónir, hetta er sjálvandi galdandi bæði í vinnulívi og politikki. Í mun til at byggja vælferð, hugsi eg at vinnulív og politikarar hava felags ábyrgd at røkka langt fyri samfelagið.
  • Í november 2020, aftaná 7 ára tilgongd, rukku vit málinum um at øll alibrúk hjá Bakkafrost í Føroyum skuldu vera góðkend sambært ASC góðkenningina fyri ábyrgdarfulla alivinnu.
  • Eit týðandi átak í okkara burðardygdsarbeiði er biogassverkið FÖRKA, sum betrar munandi um ringrás búskapin í okkara vinnu. Her verður avfall frá smoltstøðum og alibrúkum endurnýtt bæði til el-orku, fjarhita og ikki minst til tøðevni sum okkara náttúru tørvar og harvið sleppst undan innflutningi av kunsttøðum.
  • Tað hevur týdning fyri okkum at seta framsøkin mál fyri umhvørvisligari ávirkan og halda fram at leita eftir framskygdum verkætlanum – hetta er ein fortreyt fyri at kunna hálvera vakstrarhúsgass útlátið fram til 2030. Henda verkætlan gevur í so máta nýggja vitan, íblástur og vón á hesi leið.
  • Í november fer nýggja tænastuskipið Bakkafossur á fyrsta sinni at stevna inn á Skálafjørðin. Við sínum 109m verður hann ein annar møguleiki í mun til grøna orkuskifti, eftirsum hann eisini hevur battarískipan sum bæði kann løðast frá landi og koyra sum sokalla hybrid loysn.
     
    • Samstarv ger at dreymar og visiónir kunnu røkkast, men tær gerast marrur og plágur um samstarvið er vánaligt ella óskipa.
       
    • Tí er so týdningarmikið at vit saman skapa eitt kervi á landi bæði til framleiðslu og veitan av grønu orkuni. Eg havi varhugan av at flestu okkara hava ikki enn givið okkum far um hvussu stórar broytingar hetta krevur – men halda fast við strukturum og skipanum, sum ikki koma at røkka á mál.
       
    • Tí er neyðugt at vit samstarva eru opin og vilja royna nýggjar leiðir á øllum økjum, um vit verunliga vilja flyta okkum. Tað eru framvegis nógvar broytingar sum eru neyðugar um vit veruliga ætla at røkka málinum; men henda tilgongd gongur ov seint, og um vit ikki byrja at taka djarvari avgerðir verða vit ov sein á sjóvarfallinum.
       
    • Mál motivera okkum at røkka longur – og gera at vit vilja strekkja okkum. Átøk vísa leið – stundum rukku vit ikki málunum, kortini vóru tey við at fáa okkum at stremba og strekkja okkum longur – uttan høg mál, greiða leiðslu og motiverandi samstarv er vandi fyri at framburðurun steðgar – men mál uttan átøk er tokutos.
  • Tað er eitt áhaldandi strev at verða frammi í oddinum, at bróta uppúr nýggjum. Góða gongdin seinnu árini hevur fingið mong at halda at alt koyrir meir ella minni av sær sjálvum. Soleiðis er tá tað er undanvindur, viðstreymur og gott veður.
     
    • Tað sær ikki út til at hesar góðu fortreytir eru viðvarandi nú Korona, Krýggj, prísinflatión, rentuhækkingar og altjóða búskaparlig resessión fara at minka munandi um altjóða handil og eftirspurning.
  • Mong halda at tað er sjálvsøki og óneyðugt at gera stórar íløgur at skapa burðardyggari vinnu, minka vága og skapa. Vit hava tað jú fínt í Føroyum. Tað er vert er at minnast til, at í undanbrekku rulla sjálvt bilar sum hava motortrupulleikar. Tað er ikki fyrr enn mótbrekku ella andróðrin kemur at vit veruliga fara at síggja hvussu støðan er í maskinrúminum – er motorurin vælsmurdur og klárur til mótbrekkuna, ella er hann ikki dimentioneraður til at hála tungu lastina, sum hann hevur fingið í viðheftisvognin.
  • Møguleikar eru sum sólarris, røtt timing er avgerandi fyri at kunna gagn nýta teir!
     
    • Tøkk til Føroya Landsstýri at geva henda møguleikan, tøkk til Umhvørvisstovuna, serliga Kára Mortensen sum ótroyttiliga hevur víst á møguleikar – og ikki minst tøkk til MEST, sum kom við bestu og slóðbrótandi loysnini, sum sanniliga ikki hevur verið nøkur einkul loysn – tað er altíð avbjóðandi at velta upp ú r nýggjum og ganga nýggjar leiðir!
    • Takk fyri!