Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.07.2024 16:11

Víkingur í Evropa: Víkingur tekur ímóti FK Liepāja í morgin

Víkingur kom heimaftur til Føroyar við einum 1-1 javnleiki í sjáttuni, sum má sigast at verða eitt hampuligt útgangsstøðið til dystin við Djúpumýru í morgin.

Eysturoyarportalurin fekk fyrr í dag orðið á høvuðsvenjarin, Jóhan Petur Poulsen, sum sigur at hann hevur sínar menn klárar til dystin í morgin. Hann er tó varðin, tá ið prátið kemur til um at spæla seg víðari til næsta umfar í Conference League.

Minnini er enn nakað fesk frá í fjør, tá Víkingur, sera óvænta, var útsligið av Inter Club d’Escaldes frá Andorra. Og tað er nakað sum nívur enn. Og hóast at teir í Víkingi eru skýrdir favorittar av veddingarfyritøkunum, so eru teir sera tilvitaðir um, at tað ikki verður nemt at vinna á einum liðið, sum spælir í eini deild sum er á hægri støðið enn í Føroyum og eitt felag sum eisini er fíggjarliga væl sterkari.

Í fyrra dystinum í Letlandi, var høvuðsvenjarin ikki við á ferðini, men stóð hjálparvenjarin, Ólavur Mikkelsen, tá við ábyrgdini á síðulinjuni, har hann eisini hevði Svend Olsen at hjálpa sær.

Tá gekk orkan undan hjá leikarunum eftir uml. 30 minuttum, tí veðrið var so heitt og tað var so kvalið at spæla. Men í morgin siga veðurforsøgninar, at veðrið fer at passa víkingaleikarunum nakað væl betur enn í Letlandi.

Í morgin er tað tó aftur Jóhan Petur Poulsen, sum stendur á odda fyri liðnum við Djúpumýru. Hann hevur so at siga ein fullan hóp at velja ímillum, hóast ein av stóru leikarunum hjá Víkingi seinastu nógvu árini, Andreas Lava Olsen, noyddist at takka fyri seg í gjár vegna skaða og tí ikki verður ein partur av hópinum longur.

Dysturin í Conference League millum Víking og FK Liepāja verður leiktur í Klaksvík í morgin, hósdagin 18. juli, og byrjar kl. 19.00.

Atgongumerkir til dystin kunnu keypast her: Víkingur – FK Liepaja (atgongumerki.fo)