Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.07.2024 10:03

Konsert í Fríðrikskirkjuni

Nes prestagjald


Komandi týskvøld 23. Juli kl. 20.00 spæli eg eina stutta konsert á góðar 40 min. í Fríðrikskirkjuni.

Verkini, ið verða framførd er fjølbroytt og varierar millum klassiskan virtuosan barokk, franskan romantikk og føroysk orgulverk:
• J.S. Bach: BWV676: Allein Gott in der höh (trio-koralur)
• K. Blak: Jeg vil din pris udsjunge
• K. Bæk: Kom friður av himni
• Alexandre Guilmant (1837-1911): Sats II, Pastorale úr symfoni no. 1 (Sonata no.1)
• Diedrich Buxtehude: BuxWV 149, Preludium og fugur í g-moll

Konsertin er partur av Summartónum, og tú fært uml. 40 min. av væl valdum orgultónleiki – vónandi kemur tú.

Stutt um organistin:
Símun Hammer er til dagligt organistur í Gøtu Kirkju, har hann rekur eitt breitt tónlistarligt virksemi. Sína orgulfakligu bakgrund hevur hann frá kirkjumusikkskúlunum og frá konservatoriinum í Aarhus