Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.07.2024 11:38

Summarlega á Svangaskarði

Mynd: Reyði Krossur

Reyði Krossur skrivar á heimasíðu síni soleiðis:

Sum nakað nýtt skipaði Reyði Krossur 14-19. juli fyri summarlegu fyri børnum í aldrinum 9-12 ár.

Vit høvdu eina fantastiska legu. Børnini spældu, lærdu, og skaptu minnir saman.

Vit byrjaðu við bommgering og hoppiborgum, vit høvdu vitjan av løgreglu, sjúkrabili og brandbili, vit fóru í biograf, vit svumu, høvdu postarenning, spældu fótbólt við FSF, sluppu kreativitetinum leysum og endaðu við einari stórari veitslu.

Stóra takk til stuðlarnar og samstarvspartarnar, Almanna- og Mentamálaráðið, Nes kommunu, Christian í Grótinum, MBM, PM og øðrum, fyri at gera tað møguligt at skipa fyri leguni.

Og ein serlig tøkk til øll børnini og tey sjálvbodnu fyri eina sera væl eydnaða legu og fyri minnir fyri lívið.

Les meir um leguna á https://redcross.fo/summarlegan/