Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.08.2024 21:47

Gunnar víðari í Evropa

Mynd: Fótbólti.net (savnsmynd)

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir úr Víkingur Reykjavík vunnu í kvøld 2-0 á útivølli í returdystinum móti KF Egnatia úr Albania. Gunnar leikti allan dystin á vinstra bakki.

Í fyrra dystinum tapti Víkingur Reykjavík 1-0 á heimavølli. Tískil eru meistarirnir úr Íslandi víðari í Conference League samanlagt 2-1 og skulu nú møta FC Flora úr Estlandi í næsta umfari.

Fyrr í vikuni var Gunnar eisini valdur á “Vikuliðið” eftir at hann og liðfelagirnir vunnu 5-1 á HK í vikuskiftinum, har hann eisini skeyt eitt av málunum.