Runavíkar Havn skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Vit gleða okkum at taka ímóti Le Champlain, hjá reiðarínum Ponant, hósdagin 8. august í Runavík og fríggjadagin 9. august í Elduvík. Hetta er fyrstu ferð at skipið vitjar Runavíkar havn.
Í Runavík liggur skipið við kai frá kl. 7.00 til 22.30, og í Elduvík vitjar skipið frá kl. 8.00 til 16.00. Umborð eru 156 ferðafólk, størsti parturin úr Fraklandi. Manningin telur 130 fólk. Le Champlain er 156 metrar langt.
Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Faroe Ship.
Vit eru til reiðar at taka væl ímóti útlendsku gestunum