Akraberg, hjá reiðarínum Framherja í Fuglafirði, er farin at sigla heim.
Eyðun á Bergi, sum er skipari hendan túrin, sigur fyri Eysturoyarportalinum, at teir júst eru farnir at sigla heim, við 770 tonsum av rækjum, sum er fiskað í 40 dagar.
Hendan túrin hava teir fiska í Smoguni (altjóða økið) – uml. 250 fjórðingar eystur úr Hopen.
Rokna verður við at verða heima í Føroyum, antin týskvøldið ella mikumorgunin.