Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.09.2024 15:04

Eingin trygd – undir kongi  

Lesarabræv

At leggja Ognarfelagið undir landið, ger tað ikki bíligari ella tryggari, tað hevur søgan áður víst okkum.

Tað er alt ov lætt at siga, at tað vit hava nú, skal avtakast – hvat skal so setast í staðin ?

Tað má so gjarna verða okkurt betri, enn tað vit hava nú og betri enn tað gamla politiskt valda.

Politiskt valda nevndin var eingin trygd.

Gamla nevndin í Tryggingarsambandið Føroyar, var politisk vald fram til umskipanina ( uml. 2000)

Hugsi at fleiri av politiskt valdu nevndarlimunum meir ella minni svóvu, meðan onkur politisk valdur (reiðari) var uppi á “duppunum” í t.d. 70’num og fram.

Hesin legði ráð saman við stjóranum og fekk kapital frá Tryggingarsambandinum Føroyar til síni privatu vinnuligu  áhugamál.

At venda aftur til gamla politiskt skipaða samtakið, er so ikki ein bati og als eingin trygd.

Hinvegin er kjakið sera vælkomið og kann vónandi elva til okkurt slag av menning.

Landið slapp sær av við Lívstrygging og Føroya Banka 

“Frem og  tilbage er liga langt” ? 

Uppskotið um at leggja alt undir kong, sær út til at ganga øvugta vegin – beint ímóti landsins praksis. 

Um landið eigur bankan og hesin fer á heysin, kemur landskassin at bløða.

Vil illa til, kann tað henda, at bløðingin gerst meir enn tær 4.mia., sum Ognarfelagið í mesta lag kann bløða, áðrenn kassin er tómur, og einki meir er at koma eftir.

Tað markið verður so ikki fyri landskassan  –  har verður heintað til seinastu krónu.


At leggja Ognarfelagið undir landið, ger tað ikki bíligari ella tryggari, tað hevur søgan víst okkum.

Eg eri eisini uppstillaður til valið, tú finnur meg næst ovst á listanum.

Gott Umboðsráðsval 

Andrass Skaalum

Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna frá 2010 til 2024.

Tórshavn, tann 10. september 2024