Havstovan
Grindahvalirnir, ið vórðu merktir á Fuglafirði 3. september, hava hildið kósina suðureftir, og eru nú komnir suður um Rockall.
Hvalirnir ferðaðust fyrst fram við hellingini av bretska landgrunninum, síðan vestur millum Rosemary og Dohrn bankan.
Í løtuni ferðast teir róliga suðureftir, fram við innaru hellingini av Rockall bankanum. Ferðin er umleið tríggjar fjórðingar um tíman.
Sambandið er slitnað við ein av teimum trimum sendarunum.
