Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.09.2024 15:21

Lesandi á vinnuvitjan í Eysturoynni

Vinnuhúsið

Í farnu viku fingu lesandi á Fróðskaparsetrið Føroya innlit í virksemi hjá fyritøkum í Eysturoynni.

Vinnuhúsið, saman við Fróðskaparsetrið Føroya, skipaði í farnu viku fyri vinnuvitjanarferð í Eysturoynni. Endamálið við vitjanini er at skapa eitt betur samstarv millum vinnulívið og útbúgvingarverkið. Eitt gott samstarv er við til at tryggja at útbúgvingarskipanin er í tráð við tørvin hjá vinnuni og arbeiðsmarknaðinum, umframt at samstarv er við til at eggja til nýskapan, tá lesandi og vinnulív samstarva um at loysa veruligar avbjóðingar.

Á vinnuvitjanini hesa ferð gekk leiðin til GroAqua, KJ og Bakkafrost. Fyritøkurnar høvdu fyrilestur um virksemi og síðani varð farið runt at hyggja eftir virkseminum.