Borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, setti í dag fyrstan grabban í, til nýggja kappróðrarneystið hjá kappróðrarfelagnum Tindi, sum skal byggjast á havnalagnum í Norðragøtu.
Tað var síðst í mai mánað í ár, at kommunan samtykti at byggja eitt nýtt nýmótans kappróðrarneyst.
Neystið skal verða í tveimum hæddum, og fer at hava góð og nýmótans venjingarhølir og umklæðingarrúm, umframt pláss til upp til allar bátarnar hjá felagnum í niðastu hædd.
Miðað verður eftir at niðasta hæddin skal verða liðug fyrst í komandi árið, so bátarnir kunnu standa inni, meðan alt húsið skal standa liðugt á heystið 2025.
Tað er byggifyritøkan Sp/f BMT sum stendur fyri arbeiðinum, meðan byggifyritøkan Sp/f Form sum skal standa fyri útgrevstrinum og stoypiarbeiðinum.
