Fuglfjarðar Sløkkilið mátti í morgun út til eina heldur øðrvísi uppgávu.
Sambært tilbúgvingarleiðarinum, Jan Lauritsen, so komu boð um, at nógvur deyður svartkjaftur lá á sjónum og neyðugt var hjá sløkkiliðnum at koma at “fiskað” alt upp aftur, so at tað ikki rak inn á sandin og rotnaði.
Átaksleiðarin sigur, at tað einki sum bendir á, at tað er komið frá nøkrum av virkjunum sum halda til við á bryggjuna, men heldur at tað er onkur sum hevur tømt eina heila frystiboks av frystum gomlum svartkjafti á sjógv.
Hetta er sera óheppi, tí tað kostar skattapengar og tekur eisini nógva tíð hjá sløkkiliðnum at taka sær av tílíkum uppgávum sum man kundu verið sloppin undan, sigur tilbúgvingarleiðarin.