Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.09.2024 09:49

“Ikki skíta á tað”

Lesarabræv

SEINASTA FREIST AT ATKVØÐA – NÚ TÝSDAGIN 24. September 2024

TÚ EIGUR EITT STÓRT AKTIV Í FØROYSKA SAMFELAGNUM.

FELØGINI  HJÁ TÆR GERA NÓGV GOT FYRI SAMFELAGIÐ, M.A. VIÐ AT STIMBRA OG VEITA STUÐUL.

Tann 09. september kom bræv um umboðsráðvalið 2024.

Tað er fyri at tú kann atkvøða og gera TÍNA ávirkan galdandi !

SAMÁNARI
Tá tú gjørdist tryggingartakari í Betri Tryggin, bleiv tú samstundis samánari í ognini, sum forfedrar okkara hava staði fyri at fjálga um. 

Sum tryggingartakari er tú parteigari í einum stórum leikara á fíggjarheiminum, sum er týdningarmikil fyri allar Føroyar.

SAMÁBYRGD

Tú fekk rættin at stilla upp og at velja umboð til umboðsráðið, ið skal røkja ognirnar hjá tínum felag.

Far val um henda týðandi leiklut, hóast hann kom tær lættliga í hendi.

Tað er umráðandi at tú ger tína ávirkan galdandi við at atkvøða – so felagið er í tryggum hondum.

VEL – AT TAKA LUT

Tú hevur fingið møguleikan at velja, tak av tilboðnum og tak ábyrgd.

Um tú ikki velur, ja so er tað í grundini hini, ið velja fyri teg – tí tú manglar.

Vel fólk inn, ið vilja opinleika, hava dirvið og viljan at siga frá.

Eg standi sjálvur fyri afturvali, og heiti á teg, at atkvøða meg inn í umboðsráðið, so eg kann halda fram sum konstruktivur vaktari  –  Tað er veruliga brúk tær og fólki, ið eru á varðhaldi.

–  Gott í teg, ger TÍNA ávirkan galdandi í dag.

Lat okkum saman finna útav, hvussu vit annars kunnu gera felagið enn  meiri viðkomandi fyri teg.

Tú er altíð vælkomin at seta teg í samband við meg.

Vinarliga

Andrass Skaalum        mob: 287870

Velbastaðvegur 42

FO-100 Tórshavn       t-bræv: andras_s@olivant.fo

Tórshavn, tann 23. september 2024

Spjaldur