Løgtingið
Alistair Carmichael, tinglimur fyri Orknoyggjar og Hetland í bretska tinginum, vitjaði í Løgtinginum mikudagin. Har hitti hann løgtingsforkvinnuna, Bjørt Samuelsen, og formannin í Uttanlandsnevndini, Bjarna Hammer, umframt at hann heilsaði uppá limirnar í Uttanlandsnevndini og onnur tingfólk.
Alistair Carmichael, ið umboðar flokkin Liberal Democrats, tók herfyri við sum formaður fyri EFRA Select Committee (Environment, Food and Rural Affairs Committee) í bretska parlamentinum. Hesaferð vitjar royndi tingmaðurin fyri at kunna seg um undirsjóvartunlarnar og onnur viðkomandi evni sum telesamskifti og fiski- og alivinnu í Føroyum.
Alistair Carmichael kennir væl til Føroyar og hevur vitjað fleiri ferðir, seinast í 2015, tá hann var uttanríkisráðharri fyri Skotland í bretsku stjórnini. Hann var í síni tíð ein stigtakari til Føroyanevndina, hvørs endamál er at menna samband og mentanarligt samstarv millum Bretland og Føroyar.