Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.10.2024 11:26

Føroyingar trívast, men ungar kvinnur víkja frá

Tíðindaskriv

Føroyingar meta seg sum heild hava góða heilsu. Tað vísir nýggjasta frágreiðingin

“Hvussu hevur tú tað?” frá 2023 hjá Heilsustýrinum. Frágreiðingin, sum hesa ferð

leggur dent á heilsu og trivnað, vísir, at ungu kvinnurnar sum bólkur víkja frá restini av

føroyingum viðvíkjandi hesum viðurskiftunum. Ungu kvinnurnar meta seg í størri mun

hava verri heilsu, hava høgt strongdarstig og tær kenna seg meira einsamallar enn

onnur.

Sambært fó lkaheilsukanningini meta 88 % av føroysku monnunum og 86 % av kvinnunum

sı́na heilsustøðu vera gó ða, stak gó ða ella avbera gó ða. Hjá monnunum er tað ı́

aldursbó lkinum 18-24 ár, at teir ı́ størstan mun meta sı́na heilsu vera avbera gó ða, og hjá

kvinnunum er tað ı́ aldursbó lkinum 45-54 ár, at lestu teirra meta seg hava avbera gó ða

heilsu. Verður samanborið við samsvarandi kanningar frá 2019 og 2015, so vı́sir gongdin seg

tó at vera, at parturin av teimum, ið meta sı́na heilsustøðu at vera avbera gó ða, stak gó ða ella

gó ða, er minkaður ı́ øllum aldursbó lkum, bæði hjá monnum og kvinnum.

Verður hugt at, hvør hin vegin metir sı́na heilsustøðu vera minni gó ða ella vánaliga, so sı́ggjast

rı́miliga stó r frávik hjá yngru kvinnunum, tvs. ı́ aldursbó lkunum 18-24 ár og 25-34 ár, har

ú tvið imta hvør kvinna metir sı́na heilsustøðu vera minni gó ða ella vánaliga. Hetta liggur

enntá oman fyri elsta aldursbó lkin sum er kvinnur oman fyri 74 ár, og væl oman fyri hinar

aldursbó lkarnar, har hesin parturin telur millum 10,5 og 14,2 %.

Sjálvmett heilsustøða er yvirskipaða metingin hjá einstaklinginum um egna heilsustøðu og er

eitt mát, ið ofta verður brú kt ı́ størri heilsukanningum. Vánalig sjálvmett heilsustøða hevur

vı́st seg at hava greitt samband við ymiskar indikatorar fyri ringa heilsu sum m.a. kroniskar

sjú kur, nýtslu av heilivá gi, veiting av heilsutænastum og deyða.

Ung kenna meira strongd og einsemi

IÍ frágreiðingini verða tøl eisini løgd fram um strongd og einsemi millum føroyingar.

Viðvı́kjandi strongd sæst eitt týðiligt samband millum aldur og strongdarstig, og tey ungu ı́

aldursbó lkinum 18-24 ár, og serliga kvinnurnar, liggja væl oman fyri restina av føroyingum.

Meðan gott onnurhvør kvinna ı́ aldrinum 18-24 ár hevur høgt strongdarstig, er hetta galdandifyri meira enn jó rðahvønn mann ı́ sama aldursbó lki. Til samanberingar eru tað tey, ið eru

millum 65 og 74 ár, sum ı́ minstan mun hava høgt strongdarstig, við 11 % av kvinnunum og 9

% av monnunum.

Henda gongdin við strongd millum ungdó min sæst eisini ı́ grannalondunum, eitt nú ı́

Danmark, sum ı́ samsvarandi kanning staðfestir, at parturin av teimum við høgum

strongdarstigi er enn størri enn ı́ Føroyum.

Viðvı́kjandi einsemi lı́kjast føroysku og donsku tølini nó gv hjá teimum 18-24 ára gomlu, sum ı́

báðum londum er tann aldursbó lkurin, sum sigur seg kenna mest einsemi – ávikavist 15 % ı́

Føroyum og 16 % ı́ Danmark. IÍ Føroyum vı́sir seg tó ein onnur mynd fyri tey elstu, tvs. 75 ár

og eldri, tı́ hesi eru tey, sum kenna seg minst einsamøll ı́ Føroyum (3 %), meðan hetta talið er

meira enn trı́falt so høgt fyri elstu danirnar.

Heilsustýrið gjørdi fó lkaheilsukanningina “Hvussu hevur tú tað?” á heysti ı́ 2023, tá leiri enn

5.000 tilvildarliga valdir føroyingar svaraðu spurningum um heilsu, trivnað og sjú ku.

Frágreiðingar eru higartil gjørdar um ymisk ú tvald øki ú r kanningini, sum eru løgd fram so

hvørt. Samlaða frágreiðingin verður eftir ætlan liðug seinni ı́ ár, tá hon eisini verður løgd fram

alment.

Frágreiðingin um heilsu og trivnað er tøk her.