KJ
Hósdagin 26. september, um døgurðaleitið, stevndi Hagagjógv av Fuglafirði og til nýggja heimstaðin, Klaksvík. Hon verður sett í vinnu á Borðoyarvík. Tvíkiljan er nýbygningur nummar 18 hjá KJ og varð upprunaliga bygd til fyritøkuna Pan Fish Faroes í 2007.
Tvíkiljan hevur havt fleiri eigarar síðstu árini, og seinasti eigarin var íslendska alifyritøkan Arnarlax. KJ keypti tvíkiljuna heim úr Íslandi í fjør heyst, eftir at ein lítil eldsbruni hevði verið í stýrhúsinum. Tvíkiljan er so gott sum høvuðsumvæld, og gjørd klár at fara í vinnu hjá Bakkafrost.
Stutt um tvíkiljuna kann sigast at hon er 12 metrar long og 6 metrar breið – tilsamans 17BT. Hon er útgjørd við tveimum FPT N60 motorum við 400hk hvør. Eisini er hon útgjørd við einum 18 tonsmetur dekskrana frá Palfinger.
Myndir: KJ




