Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.10.2024 08:33

Minningarhald

Tíðindaskriv

Mánakvøldið, í kvøld 7. oktobur kl. 19:30, verður minningarhald í Løkshøll í Runavík, í samband við eitt ára dagin fyri ræðuleikarnar, tá ið Ísrael var álopið av Hamas og fleiri enn túsund ósek vóru dripin og tikin sum gíslar. 

Eitt ár eftir sita 101 fólk framvegis gíslar hjá Hamas í Gaza

Á tiltakinum luttekur miðeysturtíðindamaðurin, Jotam Confino á stórskíggja beinleiðis úr Tel Aviv. Jotam er m.a. regluliga tíðindamaður hjá heimsins stóru tíðindastovunum eins og BBC og CNN.

Eisini verður sangframførsla, ymisk fólk hava stutt innsløg og “live stroyming”.

Eftir tiltakið er drekkamuður. 

Tiltakið er ókeypis. 

Vegna fyrireikararnar

Vinafelagið Føroyar- Ísrael, 

ICEJ Føroyar og Ísraelsmissiónin