Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.10.2024 08:52

Kommunuval: Royna at gera ein lista afturat

Í Eysturkommunu er bert ein listi til komandi kommunuval, tað er sokallaði Borgaralistin har 13 fólk eru uppstillað. m.a við sitandi borgarstjóra, Per Martini Gregersen.

Men nú røkist fyri at ein møguligur listi kemur afturat. Tað er Rebekka Jensen, sum er fyriskipari at gera hendan listan.

Í áheitanini sum hon hevur lagt úr verður sagt: Til allar íbúgvar í Eysturkommunu, har gjørt verður vart við, at ætlanin er at gera ein listan afturat til kommunuvalið í Eysturkommunu og at, umframt fyriskiparin Rebekku Jensen sjálva, so verður vóna at fleiri afturat ynskja at koma uppá listan.

Listin hevur fingið navnið Hin Listin.

Innkallað er til uppstillingarfund í skúlanum við Gøtugjógv mikukvøldið 9. oktober kl. 19.30.