Sjóvar Kommuna
Í sambandi við kommunuvalið, sum verður 12. november, verður skipað fyri almennum uppstillingarfundi í bygdahúsinum á Strondum í kvøld, 8. oktober, kl. 19:00.
Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur 7 limir, og sambært kommunuvallógini kann listin tí hava upp til 11 valevni.
Heitt verður á fólk at møta fjølment til fundin. Verða fleiri enn 11 í uppskotið til uppstillingarlistan, skal fundurin taka støðu til, hvørji valevnini verða, ið koma at umboða listan.
Listin skal sambært lóg hava millum 15 og 25 stillarar, og verða hesir eisini funnir á uppstillingarfundinum.