Fyrsta umfar av Grand Prix í innandura rógving varð hildið farna leygardag, 5. oktober 2024, í ítróttarhøllini á Kambsdali. Tað var Kappróðrarfelagið Tindur í Eysturkommunu, sum var vertur fyri kappingini.
Kappingin dró nógvar áskoðarar til, og hýrurin var góður, tá íðkarar úr øllum landinum royndu seg á rógvimaskinunum. Yvir 70 rógvarar í ymiskum aldursbólkum og vektklassum kappaðust.
Grand Prix í inniróðri er ein kapping, sum gongur yvir 4 umfør. Í ár varð fyrsta umfar hildið á Kambsdali, næsta umfar verður í Trongisvági 2. november 2024 og triðja umfar verður í Kollafirði 7. desember 2024. Enn er ikki avgjørt, hvar fjórða og seinasta umfar verður hildið. Grand Prix-kappingin í innandura rógving er vorðin ein fastur táttur, og fyrsta umfar á Kambsdali farna vikuskiftið legði lunnar undir eitt spennandi og undirhaldandi kappingarár í vetrarhálvuni.




























