Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.10.2024 21:49

U17 landsliðini í flogbólti áveg tll Ikast

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

U17 landsliðini fyri gentir og dreingir skulu frá mánadegnum 14. oktober til mikudagin 16. oktober luttaka í árligu U17 NEVZA kappingini. Seinastu árini hevur hendan kappingin verið hildin í Ikast í Danmark.

Ferðalagið við gentunum og dreingjunum fóru í morgun avstað við Atlantsflog til Keypmannahavn og koyra tey síðani við bussi til Ikast.

Genturnar byrja kl. 10 føroyska tíð í morgin ímóti Onglandi.

Kappingin hjá dreingjunum byrjar somuleiðis við dysti ímóti Onglandi. Føroysku dreingirnir byrja kl. 12 føroyska tíð.

Allir dystirnir verða vístir á sjónvarpsrásini hjá danska flogbóltssambandinum: danskvolleyball.tv . Talan er um eina gjaldsrás.