Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.10.2024 10:12

Hondbóltsfelagið Tjaldur fingið høvuðssamskiparar

Mynd: Hondbóltsfelagið Tjaldur

Hondbóltsfelagið Tjaldur skrivar soleiðis:

Karin á Steig og Mórits Heini Mortensen høvuðssamskiparar hjá Hondbóltsfelagnum Tjaldur.

Tað eru tey bæði Karin og Mórits Heini, sum verða okkara høvuðssamskipara hetta kappingarárið.

Mórits Heini er uppvaksin í Runavík, og unnustan, Karin, er úr Sandavági. Tey búgva á Suðurhædd í Runavík saman við soninum, Eliasi.

Saman mynda tey høvuðssamskiparatoymið í Hondbóltsfelagunum Tjaldur.

Uppgávan hjá samskiparunum er at vera bindilið millum felagið og HSF, at skipa kappingarnar, sum eru á heimavølli og at seta dómarar til heimadystirnar. Eisini koma tey at samstarva við samskipararnar, sum liðini hvørt sær hava.

Vit eru sera fegin um, at tey bæði vilja taka hesa uppgávuna á seg, tí hetta er ein lyklauppgáva í felagnum.

Í sama viðfangi vilja vit fegin, at øll taka væl ímóti teimum og geva eina hjálpandi hond, tá tørvur er á tí. Vit mugu øll lyfta Tjaldur á flog saman.

Tað er brúk fyri nógvum fólki, tá kappingarnar koma í gongd. Tí er gott, um fólk gera vart við seg og bjóða seg fram til ymsu uppgávurnar.