Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.10.2024 18:19

Klakstein og Gregersen skulu vinna fótbóltshjørtuni aftur

So hendi tað sum nokk mong hava bíða eftir. Kanska 2 ár ov seint vildi onkur sagt.

Håkan Ericson var í dag sendur til hús eftir eitt lang tíðarskeið við løkum úrslitum og eini stýrtdalandi undirtøku frá føroyska fótbóltsfjepparinum. Nakað sum Eysturoyarportalurin longu setti stórt spurnartekin við longu í juni í ár eftir stórtapið móti Estlandi.

Forsetin í Fótboltssambandi Føroya, Christian Andreasen segði í dag við KVF, at avgerðin var tikin m.a. tí at úrslitini ikki hava verið nøtkandi og at liðið liggur aftast í bólkinum og liggur til niðurflyting til D deildin.

Men so segði hann eisini, at tað var fyri at skapa frið rundanum landsliðið, har m.a. nógv órógv hevði verið í miðilunum seinastu dagarnar. Spurningurin er so um avgerðin ivirhøvur hevði verið tikin av Fótbóltssambandi Føroya hesa vikuna, um miðlarnir ikki høvdu sett (eyka) sjóneyku á vánaligu gongdina hjá Håkani Ericson?

Hví er hendan avgerðin ikki langt síðani tikin og hví skuldi tað bíðast til botnurin mest sum var náddur kann kann onkur spyrja?

Til seinastu landsliðsúrtøku, var Eysturoyarportalurin einasti miðil sum hevði varhugan av, at hetta fór kanska at verða seinasta úttøkan hjá svianum.

Og eftir enn eitt vánaligt úrslit, hesuferð á heimavølli móti Lettlandi, nokk vánaligasta landsliðið sum hevur verið á Tórsvølli í nýggjari tíð, so var tolið uppi, bæði hjá miðilunum og fótbóltsføroyum.

Og Fótbóltssamband Føroya tók so í dag avgerðina at senda svian til hús og setti Eyðun Klakstein og Atla Gregersen við stýrisvølin, har tey nú skulu royna at vinna fótbóltshjørtuni aftur og bjarga Føroyum frá eini niðurflyting.

Elddópin fáa teir longu hósdagin 14. november, tá ið Føroyar spæla móti Armenia í Jerevan, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 17. november í Skopje móti Norðurmakedónia.