Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.10.2024 10:09

Tyrlan fór eftir russiskum sjómanni

Savnsmynd (Atlantic Helicopters)

Í gjár fekk MRCC boð um, vegna Faroe Agency, at ein russiskur sjómaður umborð á einum russiskum trolara hevði fyri neyðini at koma undir læknahond.

Russiski trolarin var tá staddur 160 sjómíl norðanfyri Føroyar.

Bjargingartyrlan hjá Atlantic var send avstað og tók mannin og fleyg hann á Landssjúkrahúsið.

Tað tók íalt nakað yvir 3 tímar, frá tí at fróboðanin kom inn, inntil at sjúklingurin var á Landssjúkrahúsinum.