Tað var ein vøkur sjón, sum nýklaktu FM-vinnararnir 2024 møttu, tá ið teir í leikarabussinum saman við ýlandi og blinkandi sløkkiliðsbilum og stórum bilafylgji, komu í Sarpugerð í gjárskvøldið um 19 tíðina, har stór hátíðarløta var hildin fyri teimum.
Bilafylgi, sum fylgdi leikararbussinum, mundi ongan enda fingið, meðan hópin av fólki tustu oman í Sarpugerð at heiðra sínum leikarum, við bæði fýrverki og sangi. Aftaná var bjóða inn í víkingahúsið til súpan og annað gott.
Hetta er sostatt 3 FM heitið hjá ungan felaganum úr Eysturkommunu sum var stovna í 2008. Hini bæði vóru vunnin í 2016 og 2017.
Komandi leygardag er síðsti dystur í hesum kappingarárinum, tá ið Víkingur tekur ímóti 07 Vestur í Sarpugerði.

