MAÐURIN ÚR BREKKUM
Tað var í juni í 92. Mamma hevði fingið sær frí í tríggjar vikur, tí at nú var tíð uppá, at knapt seks ára gamli sonur hennara legði suttuna av. Svangaskarð er í grannalagnum, so lagamanni var at avleiða uppmerksemið, við at nýta tíðina á grøna spæliplássinum. Soleiðis var eisini tá ið landsdystir vórðu leiktir. Eitt skifti við sokallaðari barnaparkering í sandkassanum, gjørdur til longdarlop á oyggjaleikunum í 89.
Tað skuldi tó gerast lættari hjá gomlu, tí á plássinum við mongu fótbóltsminnunum, hitti alvin ein drong úr Brekkum. Ein drong, sum frá fyrsta degi var bæði trúfastur vinur og satt lokomtiv. Frá fyrstu løtu varð nógv tíð nýtt saman við hesum frálíka drongi. Sera ymiskir við ymiskum lyndi. So tit kunnu ætla, at tað ofta hava verið harðar diskutiónir og samanstoytir. Ikki minst á vøllinum. Tó altíð soleiðis, at til bar at vera saman dagin eftir – aloftast, tí lógvatak og umbering varð givin aftaná stoytirnar.
Hann var skjótastur, bestur og sterkastur. Og hóast ílegurnar eyðvitað hava avgerandi leiklut, so er hetta ikki komið av sær sjálvum. Tað havi eg vitnað av fyrstu parkett. Hann var fyrstur og fremstur til venjing og dyst, og skapti – uttan at vita av tí – eitt venjingarumhvørvi, ið vit aðrir kundi kava niður í.
Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi runnið á Svangaskarði, tí at hann metti, at nú var tíð til eykavenjing. Veitst tú, tað skuldi leggjast afturat lungnakapasitetinum. Og niðri í Brekkum høvdu tey eisini bonk við vektum. Har fekk man eisini venjingarboð, tó at nokso fitt av vektum máttu takast av ella setast á, alt eftir hvør av okkum legðist undir stongina.
Longu um 15 ára aldur vandi hann við besta liði felagsins. Og 16 ára gamal var hann fastur maður. Og flestu munnu minnast 1-1 dystin móti HB, tá hann 17 ára gamal drønaði bóltin í málhornið.
Við slíkum evnum, kundi man trúð, at tað var tað. Nei, nei, allatíðina vildi hann hava okkum aðrar við.
Ein dagin gav hann mær boð um, at nú hevði hann spurt venjaran á 2. liði, um Ovi kundi sleppa at venja við. Og svarið var játtandi. Og saman hava vit havt mong góð fótbóltsupplivisir.
Havi ofta hugsað um hetta. Hóast hann var so langt fremri enn vit aðrir, so gjørdi hann nógv fyri at fáa okkum uppí. Kanska hevur hann longu tá sæð, at einstaklingurin dugir ikki uttan fjøldina. Og at í einum lítlum felagsskapi, ber ikki til at missa nakran. Jakoba og Kjartan hava lagt gott í beinini, tað er vist!
Í 10 ár fylgdust vit mestsum hvønn dag í Tofta skúla. Víðari gekk leiðin á matematisku deild á Kambsdali, og aftur her vóru vit í sama flokki. Nógvar eru uppgávurnar, ið eru latnar inn, har vit hava sitið saman og loyst tær. Og mestsum hvønn morgun var tað svarti corollain, ið akaði okkum inn um eiðið.
Vegir okkara skiltust tá ið hann í 2007 fór til Danmarkar í fótbóltsørindum. Árið eftir kom hann aftur til Føroya, og undirritaði leitaði sær til Keypmannahavnar í lestrarørindum.
Tá eg flutti heimaftur í 2014 var eg partur av besta liði felagsins og hann í venjaratoyminum saman við Jógvani Martini Olsen og Øssuri Hansen. Í 2015 vóru boð eftir honum innan úr Sarpugerði, og tey hava gjørt kvettið, má man siga. Onnur eru ivaleyst betri fyri at greina júst ta ferðina, men eg havi skilt, at tað er sama arbeiðslag, ið har hevur gjørt seg galdandi.
Maðurin úr Brekkum hevur altíð verið maður av fáum orðum. Ikki ongum orðum, men fáum og beinraknum. Eg kenni fá, ið arbeiða so heilhugað við tí, tey gera. Tí veit eg, at úrslitið hjá teimum ljósabláu ikki er komið av sær sjálvum, men við sama arbeiðsanda, sum eg hitti ein summardag, tá eg skuldi leggja av suttuna.
Góði Jóhan Petur, góða Martha og børnini, góðu tit í Brekkum.
Takk fyri tykkum! Hjartaliga tillukku!
Við kvøðum av Brekkukletti
Ovi
