Tíðindaskriv
Dansur sum listagrein er seinastu árini vorðin ein alsamt týðiligari partur av føroyska listalandslagnum, og nú fer spildurnýggi norðurlendski dansifestivalurin bydans av bakkastokki í Norðurlandahúsinum 2.-3. november 2024.
Dansifestivalurin fagnar margfeldinum í samtíðardansi við eini forkunnugari skrá samansett av trimum norðurlendskum dansiverkum: Ein installatión av einum tykisheimi (Virtual Reality) við heitinum Boundary eftir Mathilde Caeyers (NO), ein innilig dansisýning við heitinum Where Even Flowers Can Grow eftir Caroline Blomqvist (SE/DK), har áskoðararnir koma nær dansarunum. Síðan frumsýnir føroyska dansivirkið RIVA pallverkið Kanska ein bygd, ið samantvinnar dansi- og ritlist.
Trý sterk, kensluborin og nýhugsandi verk, ið veita áskoðarum eitt rúm at hugleiða í, at lata seg hugkveikjast og kenna seg knýttan til onnur menniskju og teirra veruleika. Verkini viðgera temu sum eksistentialismu og ta ørgrynnu av kenslum, ið eru ein óvíkjandi partur av at vera menniskja, tilvitað og ótilvitað.
Sigast kann, at Kanska ein bygd er mest ambitiøsa verkætlanin hjá RIVA higartil. Tað er áhugin í teirri menniskjaligu tilveruni á einum heimspekiligum grundarlagi, ið drívir verkið. Á palli setir RIVA spurnartekin við, hvørji vit eru saman við hvørjum øðrum og uttan hvønn annan. Verkið viðgerð hvat tað er at minnast farnar relatiónir umvegis frásagnir um fólk, ið eru deyð. Toymið handan eru koreografar og dansarar Rannvá G. Niclasen, Vár B. Árting, Búi Rouch, rithøvundur Beinir Bergson, ljóssniðgevi Villiam Soo Joensen, tónasmiður Heðin Ziska Davidsen, visuellur ábyrgdari Billa Jenny Jónleifsdóttir, búnasniðgevi Jón Sonni Jensen og pallsmiður Bjørn Ulvedal Simonsen.
Hetta er fyrstu ferð, at bydans festivalurin verður. KOMMA Performance Productions og føroyska dansivirkið RIVA hava tikið stig til tiltakið í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum. Fyriskipararnir vóna, at festivalurin kann geva áskoðarum møguleika at uppliva nýggj sløg av dansi, eins og hann kann verða við til at víðka um og avbjóða okkara fatan av, hvat dansur kann vera.
Festivalurin er stuðlaður av Nordisk Kulturkontakt, Nordisk Kulturfond og Almanna- og Mentamálaráðnum. Kanska ein bygd er skapað við stuðli frá Mentanargrunni Landsins, Almanna- og Mentamálaráðnum, Listaflog, Bygma Balslev, Gellan, Dansifrøi og Tórshavnar Kommunu.
Les meira og keyp atgongumerki á: www.nlh.fo og www.riva.fo/bydans
Skráin
Leygardagur 2. november
Boundary: 10:00-21:00 í Dansistovuni
Where Even Flowers Can Grow: 18:00-18:45 í Skálanum Kanska ein bygd: 19:30-20:30 í Høllini (frumframførsla)
Sunnudagur 3. november
Boundary: 12:00-18:00 í Dansistovuni
Where Even Flowers Can Grow: 15:00-15:45 í Skálanum Kanska ein bygd: 16:30-17:30 í Høllini