Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2024 11:25

Røðan hjá Sjúrði Skaale um Ísrael kosin ársins besta

Røðan “Ísrael er ljósið í miðeystri” er kosin ársins tala í Danmark í 2024. Røðan til endaorðaskifti fólkatingsins í mai mánaði fyrr í ár fekk nógva umrøðu og rós í tingsalinum og donskum miðlum. Eitt nú segði Mette Frederiksen, forsætismálaráðfrú, røðuna vera ta bestu, hon hevði hoyrt í danska fólkatinginum í árinum, og eisini uttanfyri landoddarnar vakti røðan ans. 

Tað er felagsskapurin Danske Taler, sum á hvørjum ári savnar inn tilnevningar um ársins talu, og ein metingarbólkur útnevnir vinnaran. Áður hava millum annað Mette Frederiksen, Sofie Linde og Krúnprinsessu Mary vunnið heiðurin fyri talur, sum á serstakan hátt hava merkt almenna orðaskiftið.

Virðislønin verður handað fólkatingsmanninum til samkomu í danska høvuðsstaðnum hin 12 novembur í ár. 

Les meira her: https://www.altinget.dk/artikel/faeroesk-folketingsmedlem-vinder-pris-for-israel-palaestina-tale?fbclid=IwY2xjawGEWcpleHRuA2FlbQIxMAABHTIpd5NOFKE85avkw8WZ8cYhoUnL9MamC_2oE2Xdw4pjrcGYtaovEBeIEQ_aem_QHdaJRo8e1Pdjez_sb5UeA