Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.10.2024 22:34

Sáttmáli undirskrivaður um gongubreyt í Norðragøtu

Per Martin Gregersen, borgarstjórin og Rúni Ólason, stjóri í Grønt & Grátt. Mynd: Eysturkommuna

Eysturkommuna

Mánadagin 21. oktober skrivaðu Per Martin Gregersen, borgarstjórin og Rúni Ólason, stjóri í Grønt & Grátt, undir sáttmála um gerð av gongubreyt eftir vegnum við Ánna í Norðragøtu.

Talan er um gongubreyt frá krossinum og norður um Rokokko. Arbeiðið ein liður í at betra um viðurskiftini hjá fólki til gongu.

Arbeiðið er teknað og prosjekterað av Henning Larsen arkitektum.  Stóran dent er lagdur á at gera gongubreytina so náttúrliga sum gjørligt. Hetta merkir, at partar av gøtuni fara út í lendið, og verða sostatt eitt slag av lendisgøtu. Harumframt verður plantað framvið, og ymisk trivnaðarøkir gjørd omanmóti áarbakkanum.

Eftir ætlan fer arbeiðið í gongd í november mánað í ár, og verður liðugt móti summri 2025.