Í morgin, hósdagin 24. oktober, kl. 17:00 verður stovnanarhald fyri nýggja skótaliðnum í kommununi “Skótaliði Heini Havreki” í bygdahúsinum á Strondum.
Skótarnir ganga skrúðgongu úr Strandatúni 9 kl. 16:45, og verða teir í bygdahúsinum uml. kl. 17:00, har Nes Sóknar Hornorkestur eisini spælir nøkur løg.
Aftaná verður fari inn í bygdahúsið har ymiskt verður á skránni, so sum:
- Upplegg um skótarørsluna og skótaarbeiðið. KFUM skótar vitja og greiða frá brekkuleguni.
- Hoppiborgir til børn og barnsligar sálir
- Ókeypis te, kaffi og kaka
- Smákøku-søla
- Innsavnan til liðið
Øll eru hjartaliga vælkomin í bygdahúsið til stovnanarhaldið, og gleða vit okkum at hátíðarhalda nýggja skótaliðið saman við tykkum øllum.
Við skótakvøðu,
Fylkisstjórin og Leiðarin.