Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.10.2024 22:15

Systematiskt skaptar A og B kommunur – av landspolitikki 

Lesarabræv/ Kommunuval 2024

Tann sosiala útjavningin gjøgnum skattin, skal tryggja okkum borgarum, at vit øll hava atgongd til somu tænastur, treytaleyst, um hesar tænastur vera veittar av landinum ella av kommununum. 

Sjálvandi er ein ójøvn geografisk frástøða til tænasturnar, so sum til Sjúkrahús. Tað kunnu vit góðtaka. (sí video her).

Tað sum vit ikki eiga at góðtaka, er tá landið systematisk skapar A og B kommunur. Hetta hendir ígjøgnum vallyfti, sum viðføra lógarbroytingar, sum skattalætta til ávísar borgarar, men gjaldarin av skattalættanum er kommunurnar. 

Væl møguligt eru landspolitikarar ikki altíð nóg greiðir um, hvørjar fylgir hesar broytingar hava. Tá størsti parturin av politikarunum búgva í landsins størstu og ríkastu kommunu, so kann tað vera freistandi at hugsa, at tað er ílagið, at Tórshavnar kommuna hevur minni inntøkur, tí hon megnar framhaldandi at veita sínar tænastur og gera risa íløgur. 

Í hesi tingsetu hava vallyftini verið nógv, og kærkomin uttan iva, so sum lønarlyft til fakbólkar, sum  systematisk søguliga hava ligið lægri. Í hesum fakfeløgum eru mestsum einamest kvinnur, sum starvast innan sjúkrarøkt, heilsurøkt og dagstovnaøkið. 

Bragdið, sum er framt hesuferð, er at tað ikki er kommunukassarnir, sum fíggja vallyftið. Hetta er tryggja í tøttum samstarvið millum kommunala geiran og landsstýrið. 

Í 2017 var einki slíkt bragd framt, og ei heldur í 2015. Tá gjørdust kommunur, sum høvdu lutvíst nógvar fyritíðarpensiónistar og borgarar +67 ár, fátækari. Við undantak av Sandoynni, sum við trimum monnum á ting megnaði at tryggja sær ein lutvíst størri brotpart av skattinum til at fíggja eldraøkið, í eina løtu. 

Í dag hevur Sandoyggin einki tingfólk – hvørki í samgongu ella í andstøðu. Eysturoyggin fekk eitt eykavalt tingfólk í samgonguni, og trý í andstøðu. Hetta speglar á ongan hátt, at Eysturoyggin er 23% av fólkinum, og harvið burdi havt 7-8 tingfólk. Hetta er tíverri fylgjan av einum valdømi. 

Í 2017 var lógarbroyting framd, sum gav fyritíðarpensiónistum ein 1.000 kr seðil meir um mánaðin. Gamaní at hesi høvdu brúk fyri tí, men lógarbroytingin viðførdi, at kommunurnar í Suðuroynni mistu 4 mió í inntøkum, um árið. Hetta tí, at har búgva lutfalsliga fleiri fyritíðarpensiónistar. Og harvið høvdu kommunurnar í Suðuroy 4 mió færri til bæði rakstur og íløgur. Íalt fingu kommunurnar eina minni ársinntøku á 25 mió kr, men missurin rakar ójavnt. Landið fekk ein meirinntøku á 9 mió árliga av lógarbroytingini. 

Í 2015 var eldraøkið lagt til kommunurnar. Inntøkurnar at fíggja hetta er m.a. eftir hvussu nógvir sjómenn búgva í tínar kommunu. Tað er NULL samanhangur millum hvussu nógvir sjómenn eru og útreiðslurnar til eldraøkið. Eingin logikkur, annað enn tilvildin vil, at tað eru nógvir sjómenn í Sandoynni og Suðuroynni, og tá hesir sigla undir DIS og FAS, so merkir tað at skatturin ikki fellur til kommunukassan. Tá tryggjaðu trý Sandoyar tingfólk, at tey fingu lutfalsliga meir av hesum skattinum, enn hinar kommunurnar, í eina tíð. Tingfólk fyri Suðuroynna gjørdu ikki slíka avtalu og harvið fall ikki meir til teirra, hóast at demografiskt vendir fólkapyramidan næstan á høvdinum í Suðuroynni. 

Og soleiðis skapar landspolitiskt valagn systematisk A og B kommunur. Og fyri hvørt ár sum gongur, gerst gloppið millum kommunurnar størri. Summar kunnu gera nógvar íløgur, skapa betri trivnað, afturat løggildu tænastunum, meðan aðrar megna bert akkurát – ella ikki – sínar løggildu tænastur. 

Eg bjóði meg framm til Runavíkar býráð og fari at verja kommunukassan móti landspolitiskum valagni. So vit framhaldandi kunnu gera íløgur og veita góðar kommunalar tænastur. 

Set X við Sigrid J. Dalsgaard – til Runavíkar býráð