Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin:
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið í støðum. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s.
Í kvøld veksur vindurin upp í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, tað dregur á luftina og sum frálíður regn. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 6 til 9 stig.