Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2024 09:53

Borgarin sum kumpass

Lesarabræv/ Kommunuval 2024

Kringvarp Føroya hevur í eina tíð víst á ta stóru kommunukanningina, ið er gjørd fyrr í ár. Kanningin hevur víst okkum føroyingum, hvat borgarar halda um egna kommunu, og givið valevnunum møguleika at brúka hesi umrøddu málini til sítt valstríð.

Eldraøkið skal raðfestast, ferðsluviðurskiftini mugu betrast, minni fyrisiting og so framvegis. 

Eitt, ið kanningin vísti, sum eg meti verða hin allar besta kumpassin er, hvussu borgarin hevur svarað uppá  “búfesti”. 

Spurningurin um borgarin sær seg sjálvan búgva í Eysturkommunu tey komandi 5 árini. 

Her er úrslitið, at 81,1% av teimum spurdu siga seg síggja seg sum Eysturbúgva tey næstu árini. Altso ein staðfesting av, at her er gott at verða. 

Samanborið við miðaltølini fyri Føroyar, so er talan um ein mun á 5,6% tann rætta vegin. 

Hetta eru tekin um, at arbeiðið, ið hevur verið gjørt tey seinnu árini, er á rættari kós. 

Fólkavøksturin hevur eisini givið okkum ta somu ábending, at her er gott at búgva og trívast. Tí vøksturin í Eysturkommunu hevur verið javnt stórur tey seinastu nógvu árini. Tilflyting og barnatalið vaksa, fleiri støðast og vilja støðast her. 

Skal hetta halda á fram, so er tørvur á at gera enn meira av tí, sum fólkið ynskir. Eitt nú raðfesting av eldraøkinum, skapa betri ferðsluviðurskifti og so at stýra við fíggjarligum skynsemi, soleiðis at skattatrýstið ikki gerst hægri enn neyðugt.

Tí skattatrýstið á borgaran í Eysturkommunu eigur ongantíð at verða hægri enn neyðugt, og tí hevur sitandi býráð, í tveimum førum, lækkað skattin úr 21% og niður í 19,9%. 

Eisini hevur býráðið hækkað barnafrádráttin, sum í dag er 9000 krónir fyri hvørt barn undir 18 ár. Hetta er gjørt, uttan at býráðið hevur minkað um tænastur, men heldur hinvegin hevur fokus verið á at regulerað og stillað inn eftir teimum tørvum sum ár eftir ár stinga seg upp ímillum borgaran. 

Við kumpassini í hond vil eg gera mítt til, at Eysturbúgvin framvegis vil búgva og trívast í Eysturkommunu. Men eg vil eisini arbeiða fyri tey, ið leggjast afturat í kommununi -nýfødd, ung og eldri – eisini koma at kenna seg sum Eysturbúgvar framyvir. 

Málið er einfalt – Her er og skal framhaldandi verða gott at búgva og trívast. 

X við Per Martin – Eg Renni Enn