Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2024 07:04

SANDSHIP økir um flotan

Tíðindaskriv

SANDSHIP hevur ogna sær eitt farmiskip afturat. Skipið er bygd í Hollandi í 2001 og lastar um 3.000 tons.  Økingin kemst av vaksandi eftirspurningi í útlandinum.

Jørgin Jacobsen stjóri sigur, at skipið er í sera góðum standi, og verður umbygt til sjálvlossara, áðrenn tað kemur í sigling tíðliga í komandi árið.

Skipið verður innlima í Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina FAS. Hetta verður 5 skipið í siðbundna felagnum í Fuglafirði.