Valfundir verður í skúlanum í Leirvík mikukvøldið, 30. oktober kl. 19.30., og í fimleikahøllini í skúlanum við Gøtugjógv hóskvøldið, 31. oktober kl. 19.30.
Á valfundinum verða hesi evni umrødd:
1. Skúlin
2. Barna-, ungdóms- og eldraøkið
3. Trivnaður, fólkavøkstur og mentan
4. Vinnan
Valfundurin verður skipaður við einum pallborði, har umboð fyri vallistarnar fara at bera fram og kjakast. Vit hava eisini biðið tey koma við itøkiligum avrikum, sum tey ætla at røkka í valskeiðinum. Høvi verður eisini hjá áhoyrarunum at seta spurningar til valevnini.
Verið vælkomin á valfund
Vegna foreldraumboðini í skúlastýrinum
Eydna Lucia Nesá, Elinborg Osvaldsdóttir og Katrin I Gregersen